03.07.2009 · Fíggjarmálaráðið

Skattir og avgjøld fyrra hálvár 2009

Fallið í løngargjaldingunum er minni nú enn fyrr í ár. Samlaðu lønargjaldingarnar eru 2,7% lægri fyrra hálvár í ár samanborið við somu tíð í fjør. Munurin hevur verið størri fyrr í árinum. Fyrstu fimm mánaðirnir í ár vóru løngjaldingarnar 3,5% lægri enn somu tíð í 2008. Nýggjastu lønartølini eru tí fyrsta ábendingin um, at fallið í løngargjaldingunum er við at flata út.

Hetta sæst aftur í landsskattinum, sum var 1,7% lægri fyrra hálvár í ár samanborið við somu tíð í fjør. Fyrstu fimm mánaðirnar í ár var landsskatturin 2% minni enn somu tíð í 2008. Fallið í lands¬skattinum er tí eisini við at flata út.

Munurin í avgjøldstølunum fyrra hálvár í 2009 samanborið við fyrra hálvár 2008 er framvegis stórur. Innflutnings-mvg og onnur avgjøld minka 27% fyrra hálvár í ár samanborið við somu tíð í fjør. Stóra fallið í avgjøldunum kemur eftir eina tíð við ógvusligum bráðvøkstri í føroysku nýtsluni. Hetta kann lýsast við innflutnings-mvgnum, sum gevur eina góða mynd av føroysku nýtsluni. Árligi miðalvøksturin í innflutningsmvgnum var 4,4% frá 2000 til 2005. Í 2006 og 2007 og nakað inn í 2008 kemur rættilig ferð á føroyksu nýtsluna. Frá 2005 til 2007 var vøksturin í innflutnings-mvgnum góð 31%.

Fallið í avgjaldsinntøkunum eru tí bakbrotini frá ógvusliga bráðvøkstrinum í privatu nýtsluni í Føroyum, sum brádliga hasaði av aftur í seinnu helvt av 2008. Stóri munurin í avgjøldunum millum 2008 og 2009 fer tí væntandi at javna seg seinni í ár.

Í løtuni verður mett, at avgjaldsinntøkur landskassans, fyri alt árið, verða góð 7% minni í 2009 enn í 2008. Ein orsøk til at avgjaldsinntøkur landskassans ikki minka eins nógv og innflutningurin er, at handilsfyritøkur hava selt vørur, sum tær longu hava havt á goymslu.

Samanlagt fyri alt árið verða allar inntøkur landskassans mettar at fara at verða góðar 360 mió. kr. minni í 2009 enn í 2008.

Yvirlit yvir A-inntøku og skatta- og avgjaldsinntøkur:
• Januar til juni í ár, samanborið við fyrstu seks mánaðirnar seinastu tíggju árini. Samanberingarnar síggjast við at trýsta her
Seinastu 12 mánaðirnir trýst her
Seinastu 6 mánaðirnir trýst her

Yvirlit yvir inntøkur frá avgjøldum:
• Innflutningsavgjøld frá januar til juni í ár, samanborið við fyrstu seks mánaðirnar seinastu tíggju árini. Innflutningsavgjøldini síggjast við at trýsta her
• Avgjøld í Føroyum frá januar til juni í ár, samanborið við fyrstu seks mánaðirnar seinastu tíggju árini. Umsetningsavgjøldini síggjast við at trýsta her

Samanberingar

Seinastu 12 mánaðirnir

Seinastu 6 mánaðirnir

Innflutningsavgjøldini

Umsetningsavgjøldini