Skattatrýstið er lægri enn grannskoðarafelag upplýsir
Útrokningarnar, sum Grannskoðarafelagið Rasmussen & Weihe hevur gjørt av skattatrýstinum í Føroyum, fevna bert um inntøkuskattin, og tí eru tær ikki eftirfarandi. Útrokningar hjá Hagstovu Føroya vísa, at samlaða skattatrýstið í 2002 var 44 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni.
Skattatrýstið í Føroyum er lægri enn almenningurin hevur fingið fatan
av frá Grannskoðarafelagnum Rasmussen & Weihe.
Hetta kann staðfestast, eftir at Fíggjarmálaráðið hevur gjørt samanberingar av tí samlaða skattatrýstinum í Føroyum og nøkrum
ES-londum.
Vanliga samanberingin
Orsøkin til, at Fíggjarmálaráðið hevur hugt nærri at skattatrýstinum,
eru tíðindi í Útvarpi Føroya hin 23. desember 2003. Tá bar ÚF tey tíðindi, at skattatrýstið í Føroyum er nógv hægri enn í nøkrum landi í Europasamveldinum. ÚF upplýsti, at tíðindini stava frá Grannskoðarafelagnum Rasmussen & Weihe.
Fíggjarmálaráðið viðmerkir til nevndu tíðindi, at vanligasti hátturin at samanbera skattatrýstið í ymiskum londum, er at samanbera, hvussu nógv prosent samlaðu skattirnir og avgjøldini eru av bruttotjóðarúrtøkuni.
Hesin vanligi samanberingarháttur gevur hesa myndina av skattatrýstinum í Føroyum og nøkrum ES-londum í 2000:
Skattatrýstið í prosent av BTÚ
Týskland 38
Stórabretland 37
Danmark 49
Svøríki 54
Finland 47
ES tilsamans 42
Føroyar 46
Tølini eru fingin til vega frá Statistisk Tiårsoversigt 2003 og frá Árbók fyri Føroyar 2003. Tølini frá árinum 2000 eru tey nýggjastu, ið eru tøk í flestu av londunum.
Uppgerðir hjá Fíggjarmálaráðnum vísa harumframt, at skattatrýstið í Føroyum
er lækkað undanfarin ár. Soleiðis lækkaði skattatrýstið í 2001 til 45 prosent og 2002 til 44 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni.
Øðrvísi mynd
Hesi tølini vísa eina øðrvísi mynd enn hon, ið varð málað í ÚF beint fyri jól. Orsøkin er, at útrokningarnar hjá Rasmussen & Weihe fevna bert um vanligan inntøkuskatt. Yvirlitið omanfyri vísir samlaðu skattirnar og avgjøldini, ið eru áløgd borgarunum í nevndu londum.
Vert er eisini at leggja til merkis, at skattaskipanin í Føroyum hevur øðrvísi bygnað enn skattskipanirnar í ES londum og flestu av norðurlondunum.
Í nevndu londum standa sosial gjøld fyri uml. einum fjórðingi av samlaðu skattainntøkunum, meðan tílík gjøld í Føroyum bert standa fyri uml. trimum prosentum av samlaðu skattainntøkunum. Í Føroyum er heldur eingin ognarskattur, meðan flest øll lond á okkara leiðum hava ognarskatt. Vanligi inntøkuskatturin ber tí lutfalsliga stóran part av samlaða skattinum í Føroyum.
Fíggjarmálaráðið sannar, at tað er sera trupult at samanbera skattatrýstið í ymiskum londum, men fyrsta treytin er, at allur skattur verður tikin við uppí roknistykkið.
Sjálvt, tá allur skattur er tikin við, er samanbering trupul, tí ymiskt er, hvat tey einstøku londini flyta aftur til borgararnar. Sum dømi kann nevnast rentustuðulin. Í øðrum londum kunnu rentuútreiðslur dragast frá, tá skattskylduga inntøkan verður gjørd upp, og tí eru tær við til at minka um skattin. Í Føroyum kunnu rentur vanliga ikki dragast frá, men borgarar fáa útgoldið frá landi og
kommunum tilsamans 40 prosent av teimum rentum, teir hava goldið av
sethúsa- og lestrarlánum.
Argir, tann 07. januar 2004
Fíggjarmálaráðið