02.06.2016 · Fíggjarmálaráðið

Skattanevndin fer nú til verka

Skattanevndin fer nú til verka

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur í dag kunngjørt skattanevndina og arbeiðssetningin.

Skattanevndin skal koma við tilmælum til eina einfalda og gjøgnumskygda skatta- og avgjaldsskipan, ið skal tryggja fíggjarliga haldført inntøkugrundarlag hjá landi og kommunum. Skattanýskipanin skal fremja eitt javnari býti av landsins virðum millum borgarar landsins, og eggja fólki og vinnu at “velja” Føroyar. Hartil skal skattanýskipanin styrkja kappingarførið hjá vinnulívinum, og stuðla undir til umhvørvisvinarliga og burðardygga atferð hjá vinnu og borgarum.

Dentur er serliga lagdur á búskaparligu ávirkanina av skatti- og avgjøldum. Nevndin hevur tí servitan innan tjóðarbúskap, skatt, avgjøld og føroyska samfelagið. Fylgibólkar skulu tryggja, at aðrir viðkomandi partar og fakøki verða inndrigin leypandi í skattanevndararbeiðið.

Skattanevndin er mannað við hesum fólkum:

  • Kári Petersen, cand.polit og MBA, formaður
  • Herit Albinus, MSc Econometrics and Mathematical Economics
  • Jóannes Jacobsen, cand. oecon , Ph.d. og adjunktur í búskapi
  • Erika Anne Hayfield, Ph.d. og adjunktur í samfelagsvísund
  • Sigurd Poulsen, cand.polit
  • Mirjam Haraldsen, cand.merc. aud, statsaut. Grannskoðari
  • Petur Alberg Lamhauge, cand.merc.aud

Fíggjarmálaráðið hevur ábyrgdina av og røkir skrivarauppgávuna hjá skattanevndini.

Arbeiðssetningur hjá skattanevndini

Skattanevndin skal greina og viðgera føroysku skatta- og avgjaldsskipanina, og koma við tilmælum til endurnýggjan. Nevndin leggur sjálv sítt arbeiði til rættis og kann í sínari greining raðfesta hvørji evni nevndin heldur tað verða mest neyðugt og áhugavert at viðgera og koma við tilmælum um broytingum til.

Tó skal nevndin í minsta lagi viðgera og gera tilmæli í sambandi við hesi evni, og tilmælini skulu taka atlit til hesar fortreytir:

  • Nevndin skal koma við tilmælum til umleggingar í skattaskipanini, ið kunnu styrkja kappingarførið hjá Føroyum. Her verður hugsað um kappingarføri:
    • um fólkið, so fleiri velja at búseta seg her,
    • um arbeiðsmegina, so fleiri velja at arbeiða her,
    • um fyritøkurnar, so fleiri fyritøkur velja at virka her og gera íløgur her.
  • Nevndin skal viðgera og greina undantøk, frádráttir og serskipanir, sum í dag eru í skattaskipanini, og gera uppskot til broytingar ið tryggja, at skattur í størri mun verður rindaður eftir førimuni, og í minni mun eftir slag av inntøku ella hvaðan inntøkan stavar
  • Nevndin skal kanna hvørjar avbjóðingar vaksandi flytføri hjá kapitali, arbeiðsmegi og nýtslu hevur fyri almennu inntøkurnar, og koma við tilmælum til, hvørjar umleggingar kunnu gerast fyri at tryggja almennu inntøkurnar frameftir.
  • Nevndin skal viðgera og greina, hvussu skattaskipanin hjá landi og kommunum, umframt fíggjarlig afturbering millum land og kommunur, kunnu skipast best møguligt fyri at tryggja fíggjarliga haldførið og búskaparstýring framyvir.
  • Nevndin skal koma við tilmælum til, hvussu avgjaldsskipanin kann skunda undir verandi gongd ímóti einum grønari Føroyum, har orkuframleiðslan í vaksandi mun kemur frá varandi orkukeldum og í minkandi mun frá lívrunnum brennievni.
  • Nevndin skal viðgera og greina samlaðu ávirkanina frá skatti og mótrokning fyri tey, ið fáa inntøkutreytaðar almannaveitingar. Nevndin skal koma við tilmælum til broytingar, ið hava við sær, at almannaveitingarnar ikki taka burtur fíggjarliga fyrimunin hjá hesum bólkum at arbeiða.
  • Eisini skal nevndin koma við tilmælum til, hvussu skatta- og avgjaldsskipanin kann umskipast soleiðis, at hon verður meira gjøgnumskygd og einføld fyri skattgjaldaran.
  • Tilmælini mugu samanlagt ikki økja um inntøkuójavnan í Føroyum, heldur hinvegin.
  • Tilmælini skulu samanlagt verða fult fíggjað.
  • Tilmælini skulu verða so ítøkilig, at tey eru búgvin til politiska viðgerð. Har tað verður mett neyðugt, skal nevndin koma við uppskoti til skiftisskipan í sambandi við íverksetan av tilmælinum.

 

Tíðarætlan

Skattanevndin verður liðug við sítt arbeiði 1. juni 2017.