Avtalur eru nú undirskrivaðar við Jersey og Guernsey um útflýgging av skattaupplýsingum og um dupultskatting.
Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, undirskrivaði avtalurnar fyrrapartin saman við hinum norðurlendsku fíggjarmálaráðharrunum á Norðurlandaráðsfundi í Helsinki
Avtalurnar merkja, at føroysku skattamyndugleikarnir kunnu fáa skattligar upplýsingar frá Jersey og Guernsey. Samstundis verða dupultskattaavtalur gjørdar við báðar oyggjarnar í Ermasundi.
Avtalurnar eru ein liður í eini OECD-verkæltan, sum skal koma altjóða skattaundandrátti í sonevndu skattaparadísunum til lívs. Miðað verður eftir at gera avtalur við í alt 33 skattaparadís kring allan heim. Fyri einum ári síðani var avtala undirskrivað við Isle of Man.
Verkætlanin meðvirkar til at styrkja altjóða støðuna hjá Norðurlondum á skattaøkinum. OECD hevur víst á verkætlanina sum eina fyrimynd fyri, hvussu OECD-lond kunnu samstarva í altjóða skattaspurningum.
Fyri at gera arbeiði mótvegis skattaparadísunum bíligar og effektivari, verða avtalurnar samskipaðar umvegis Norðurlendska Ráðharraráðið. Men sjálvar avtalurnar eru undirskrivaðar millum tey einstøku londini og oyggjarnar.
Helsinki 28. oktober 2008
Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum