Skattaavtalur við Cayman Islands og Bermuda
Hin 1.apríl í ár varð skattaavtala við Cayman Island undirskrivað í Stockholm. Vegna Føroyar undirskivaði Herálvur Joensen sendimaður í Keypamannahavn.
Hósdagin hin 16.apríl 2009 verða skattaavtalur undirskrivaðar við Bermuda. Avtalurnar verða undirskrivaðar í Washington. Vegna Føroyar undirskrivar Áki Johansen sendimaður í London.
Avtalurnar merkja, at føroysku skattamyndugleikarnir kunnu fáa skattligar upplýsingar frá Cayman Islands og Bermuda. Samstundis verða dupultskattaavtalur gjørdar við bæði londini.
Avtalurnar verða ikki gjørdar tí Føroyar hava so nógv samskifti við júst hesi lond, men avtalurnar eru ein liður í eini OECD-verkæltan, sum skal koma altjóða skattaundandrátti í sonevndu skattaparadísunum til lívs. Miðað verður eftir at gera avtalur við í alt 33 skattaparadís kring allan heim. Frammanundan eru avtalur undirskrivaðar við við Isle of Man, Jersey og Gurnsey.
Fyri at gera arbeiði mótvegis skattaparadísunum bíligari og effektivari, hava norðurlond gjørt av at samskipa avtalurnar umvegis Norðurlendska Ráðharraráðið. Sjálvar avtalurnar eru millum tey einstøku londini og oyggjarnar. Norðurlond leggja áherðslu á, at tað hevur stóran týdning, at øll norðurlond eru við í verkætlanini.
Nevnast kann eisini, at á G-20 toppfundinum í London 2.apríl í ár løgdu leiðarnir fyri G-20 londunum stóran dent á hesa verkætlan.
Jóannes Eidesgaard landsstýrismaður í fíggjarmálum sigur, at hann er fegin um, at Føroyar kunnu geva sítt íkast til at styrkja heimsins fíggjarskipanir.
Argir 15. apríl 2009
Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum