19.11.2017 · Fíggjarmálaráðið

Sjúkrarøktarfrøðingar hava fingið bjóðað søguliga stóra lønarhækking

Sjúkrarøktarfrøðingar hava fingið bjóðað søguliga stóra lønarhækking

Lønardeildin skilir als ikki, at Felagið Føroyskir Sjúrkarøktarfrøðingar kundi havna teimum tilboðum, sum lógu á borðinum undir samráðingunum. Tilboð, sum løgdu upp til lønarhækking til allar sjúkrarøktarfrøðingar, og enntá eina lønarhækking á umleið fýra túsund krónur um mánaðin í endaløn.

Hóast dugligar royndir at koma ásamt um nýggjan sáttmála, eydnaðist tíverri ikki at finna semju millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildina undir Fíggjarmálaráðnum.
Undir samráðingunum fekk felagið bjóðað lønarhækking til allar sjúkrarøktarfrøðingar, umframt eina hækkan av endalønini á umleið 4.000 krónur um mánaðin, eins og eftirløn á 15 prosent á allar ábyrgdar- og førleikaviðbøtir. Hartil eisini eina nýggja lønarskipan, sum felagið ynskti. Eisini hava onnur viðurskifti verið viðgjørd í samráðingartilgongdini. Eitt nú broyttar arbeiðstíðarreglurnar fyri tey, ið arbeiða í vaktum, men alt hetta varð havnað, tí felagið vildi hava alt ella einki.
Kravdu 20-30% í lønarhækking
Og hvat var tað so, sum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ynskti. Jú, felagið vildi hava kollveltandi broytingar av bæði sáttmála og lønarskipan, og lønarkrøvini vóru hækkingar á 23 prosent. Oman á hetta komu ynski um broyttar arbeiðstíðir og eftirløn av viðbótum, sum eisini høvdu stóran kostnað við sær.
Sjálvt um Lønardeildin gekk við til at broyta sáttmála og lønarskipan-, og at geva seg sera langt í lønarhækkan, kann onki fakfelag í álvara vænta lønarhækkingar upp ímóti 30 prosentum eftir einum samráðingartíðarskeiði.


Fíggjarmálaráðið góðtók semingsuppskotið
Lønardeildin og Fíggjarmálaráðið standa tí spyrjandi mótvegis krøvunum hjá Felagnum Føroyskum Sjúkrarøktarfrøðingum og hugburðinum um alt ella einki. Hesin hugburður hjá felagnum elvdi í síðsta enda til, at Semingsstovnurin legði eitt sera einfalt semingsuppskot fram. Nevniliga ein eitt ára sáttmála og eina lønarhækkan á 3,3 prosent.
Sjálvt um hendan lønarhækkan er 1% oman fyri lønarhækkingarnar á privata arbeiðsmarknaðinum, ið hava verið um 2,3%, og somuleiðis um 1% oman fyri semjuna, ið Fíggjarmálaráðið hevur gjørt við Starvsmannafelagið, góðtók Fíggjarmálaráðið semingsuppskotið.

Felagið ber eina røð av ósonnum tíðindum
Heldur enn at greiða almenningi og limum frá tí, ið hevur staðið í boði, hevur felagið hert verkfallið mest møguligt og samstundis sent út tíðindaskriv, har ein røð av ósanndinum verða borin fram.

Nýggjasta tíðindaskrivið frá felagnum sigur millum annað, at: ”Fíggjarmálaráðið í stóran mun ikki hevur viljað flutt seg.” Hetta er beinleiðis ósatt. Vit hava bjóðað søguliga stórar broytingar í lønini og í øðrum viðurskiftum, sum nevnt omanfyri. Eisini verður borið fram, at: ”Samráðingarnar hava als ikki tikið hædd fyri okkara krøvum. Tað ganga upp til 8 ár, áðrenn nógvir av okkara limum fáa ágóðan av teimum batum, ið Fíggjarmálaráðið skjýtur upp.” Hetta er eisini beinleiðis ósatt. Fíggjarmálaráðið hevur tvørturímóti lagt loysnir fram, sum geva limum stóra lønarhækking beinanvegin. Hetta ger seg serliga galdandi fyri tey uppskot til broyting, ið Fíggjarmálaráðið bjóðaði í verandi lønarstiga. Men felagið hevur sagt nei takk.

Víðari verður í tíðindaskrivinum fráboðað um eitt uppskot, ið ongantíð hevur verið til umrøðu ella viðgerð, har Fíggjarmálaráðið hevur verið við, tí tað hevði ikki givið nakra meining. Felagið fráboðar alment, at ”Svarið er eitt uppskot, ið viskar burtur allan starvsaldur hjá okkara limum við einum pennastroki.

Tað er greitt, at einki fakfelag kann góðtaka, at limir, ið ábyrgdarfult hava røkt sítt starv í nógv ár, missa allan vunnan starvsaldur.” Sjálvandi missur ongin sín starvsaldur. Hetta hevur ongantíð verið upp á tal, og hevði heldur ikki givið nakra meining. Tvørturímóti hevur bert verið talan um, at allir sjúkrarøktarfrøðingar verða tryggjaðir at fara upp í løn – eisini um flutt verður yvir í nýggja lønarskipan, sum felagið hevur ynskt. Tí standa vit rættiliga spyrjandi, at eitt felag alment kann fráboða slíkum.

”Alt ella onki” skapar ongi úrslit
Áðrenn endaliga semingsuppskotið varð lagt fram, lá Felagnum Føroyskum Sjúkrarøktarfrøðingum í boði at fáa nógv av tí, sum felagið ynskti sær. Eitt nú, at limir felagsins kunnu fáa upp í 4.000 krónur meira um mánaðin í endaløn.
Hóast hetta hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar nú hert verkfallið so víttfevnt, at tað fer at seta lív í váða. Hetta er tíverri enn eitt úrslit av ”alt ella onki” politikkinum, ið felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum tíverri hevur valt. Nevniliga, at hava valt víðkað verkfall fram um verulig úrslit, ið hevði verið øllum sjúkrarøktarfrøðingum til stórt gagn.
Tað er okkara vón, at felagið velir at kunna limir sínar um tað, sum hevur verið bjóðað teimum, so eisini limirnir vita, at felagið hevur sagt nei til søguliga stóra lønarhækking til sjúkrarøktarfrøðingar.

Lønardeildin, Fíggjarmálaráðið