Eitt av mest royndu og kendu embætisfólkum landsins fer nú úr starvi. Eftir 38 ár í drúgvari almennari tænastu gevst Sigurd Poulsen sum stjóri á Hagstovuni, tá ið hann fyllir 70 ár í maj.
Sigurd byrjaði at starvast á hagdeildini í landsfyrisitingini í 1979 og gjørdist í 1988, stjóri fyri Landsbanka Føroya. Hann var stjóri í Landsbanka Føroya í 25 ár, frá 1988 til 2013. Í 2013 gjørdist Sigurd stjóri á Hagstovu Føroya.
”Eg vil takka Sigurdi fyri hansara stóra og trúgva arbeiði fyri land og fólk. Samfelagsliga og fyrisitingarliga menningin hevur verið ovurstór hesi árini Sigurd hevur starvast hjá landinum. Henda framgongd er millum annað takka verið Sigurdi og øllum teimum starvsfólkum, ið hava starvast saman við honum hesi mongu árini. Tit hava lagt týðandi samfelagsligar lunnar, ið vit nú gagnnýta og menna víðari.”, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna.
Starvið sum stjóri á Hagstovu Føroya verður nú lýst leyst. Umsóknarfreistin er 3. februar.
Lýsingin sæst her.
Mynd: Savnsmynd hjá kvf.fo