Tíðindaskriv
Seturskrivaramálið avgjørt: Fíggjarmálaráðið fær viðhald frá umboðsmanninum
Hóast Løgtingsins Umboðsmaður í niðurstøðu sínari um hitt sonevnda seturskrivaramálið gevur Fíggjarmálaráðnum átalu, er greitt, at umboðsmaðurin tekur undir við avgerðini, sum ráðharrastovan á sinni tók í málinum. Hvørki umboðsmaðurin ella Fíggjarmálaráðið gera
meira við málið.
Avgerð er nú fallin í tí sonevnda seturskrivaramálinum. Tað er greitt, eftir at Løgtingsins Umboðsmaður hevur tikið støðu til málið og boðað pørtunum í málunum frá avgerð sínari.
Í stuttum snýr seturskrivaramálið seg um eina ósemju millum Fróðskaparsetur Føroya og Fíggjarmálaráðið. Kjarnin í ósemjuni er spurningurin um hvørjum lønarflokki, skrivarin á Fróðskaparsetrinum skal lønast í. Málið er drúgt. Tað byrjaði í desember 1997, og endalig avgerð er ikki fallið fyrr enn nú, umboðsmaðurin hevur talað.
Fíggjarmálaráðið fekk málið frá Løgtingsins Umboðsmanni í gjár. Í niðurstøðu sínari sigur umboðsmaðurin, Joen H. Andreassen, millum annað: “Viðvíkjandi innihaldinum í avgerðini frá Fíggjarmálaráðnum havi eg einki at finnast at”.
Sostatt vil umboðsmaðurin ikki nerta við ta avgerð, Fíggjarmálaráðið
hevur tikið: Nevniliga at seturskrivarin skal lønast sum deildarleiðari eftir viðkomandi sáttmála - ikki í 36. lønarflokki hjá starvsmonnunum, so sum Fróðskaparsetur Føroya ynskti.
Leiðslan í Fíggjarmálaráðnum hevur tikið avgerð umboðsmansins til eftirtektar:
“Vit fegnast um, at Løgtingsins Umboðsmaður veitir avgerð okkara sín stuðul”, sigur Petur Alberg Lamhauge, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum.
Hóast umboðsmaðurin í høvuðsniðurstøðuni sigur, at hann ikki kann finnast at innihaldinum í avgerðini hjá ráðharrastovuni, fær Fíggjarmálaráðið kortini átalu fyri ikki at svara umsóknum og áminningum frá Fróðskaparsetrinum.
“Hesa átalu taka vit til okkum, og vit hava longu broytt mannagongdir okkara soleiðis, at hetta ikki skal endurtaka seg”, sigur aðalstjórin, Petur Alberg Lamhauge.
Í niðurstøðu sínari sigur Joen H. Andreassen, umboðsmaður, at hann “ger ikki meira við hetta málið”. Somu støðu hevur Fíggjarmálaráðið, ið fatar málið sum avgreitt.
Avgerðin verður seinri í dag løgd út á heimasíðina í greinaðum formi
Argir 11.juni 2003
Fíggjarmálaráðið