Fíggjarmálaráðið hevur saman við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í dag gjørt semju um nýggjan sáttmála við Føroya Pedagogfelag.
Semjan byggir á sama karm sum teir sáttmálarnir, ið higartil eru gjørdir hetta samráðingarumfarið.
Lønin hækkar 2% tann 1. oktober 2015, og 1,88% tann 1. oktober 2016. Hartil verða fylgjandi broytingar gjørdar samstundis.
Frá 1. oktober 2015 byrja hjálparfólk hjá kommunum á stigi 2, í staðin fyri á stigi 1.
Endastigið hjá pedagogum á dagstovnaøkinum hækkar úr stig 18 upp í stig 19. Endalønin er nú tann sama hjá pedagogum, ið starvast á dagstovnum og á bústovnum.
Hjálparfólk hava ikki fingið eftirlønargjald fyrstu 12 mánaðirnar, tey hava verið í starvi. Hendan avmarkingin er nú strikað.
Harumframt eru ymsar broytingar gjørdar í sáttmálatekstinum.
Føroya Pedagogfelag hevur síðani 7. apríl 2015 noktað limum sínum at átaka sær uppgávuna sum vegleiðari hjá starvslesandi frá námsfrøðiútbúgvingini á Fróðskaparsetri Føroya.
Semja er nú gjørd um samsýning fyri starvslæruna, og tey lesandi sleppa aftur í starvsvenjing.
Samsýningarnar, ið ikki høvdu verið dagførdar síðan fyrst í 1990unum, hækka úr kr. 20,14 um tíman til kr. 28,90. Harumframt hækka samsýningarnar fyri samrøðutímarnar. Samsýningarnar eru nú knýttar at lønini hjá pedagogum, og vera harvið dagførdar automatisk framyvir, verður ikki annað avtalað.
Fíggjarmálaráðið 12. januar 2016