Fíggjarmálaráðið gjørdi tann 20. mars 2018 semju við Farmakonomforeningen, fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2017 til 30. september 2019. Semjan hevur verið til uratkvøðu millum limir felagsins, og tóku hesir undir við semjuni.
Semjan byggir á ein karm, ið er 2,3 % fyrra árið og 2,5% seinna árið.
Ásetingarnar um barnferð, sum vóru avtalaðar við Starvsmannafelagið áðrenn jól, eru eisini avtalaðar við Farmakonomforeningen.
Harumframt eru aðrar ávísar tillagingar gjørdar í sáttmálatekstinum.
Fíggjarmálaráðið 24. apríl 2018