07.12.2023 · Fíggjarmálaráðið
Semja undirskrivað millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya

Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya hava í dag skrivað undir semju um nýggjan sáttmála.
Talan er um eina trý ára semju, ið byggir á sama karm sum við undanfarin feløg í hesum samráðingarumfarinum: 3,8% fyrsta árið, 4,2% næsta árið og 4,75% triðja árið.
Ymiskar nágreiningar og ábøtur eru gjørdar í sáttmálanum, eins og partarnir hava avtalað at arbeiða saman um nøkur viðurskifti í sáttmálaskeiðinum.