11.11.2005 · Fíggjarmálaráðið

Semja um fíggjartørv hjá kommununum

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og umboð fyri kommunurnar í Føroyum eru samd um fíggjartørvin kommunurnar hava í sambandi við, at fleiri øki gerast kommunal ábyrgdarøki.

Komandi ár verða fleiri øki, sum í dag eru umsitin og rikin av landinum, løgd út til kommunurnar í Føroyum. Í tí sambandi hava Fíggjarmálaráðið, Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag í dag hildið fund, har partarnir hava talað saman um útleggingarætlanina. Serliga hava partarnir lagt dent á fíggjarligu umstøðurnar kring ætlanina.

Økini, ið frameftir gerast kommunal ábyrgdarøki heilt ella partvíst, eru barnavernd, stuðlar innan dagstovnaøkið, stuðul til umsorganararbeiði og fólkabókasøvn.

Partarnir eru samdir um, at fíggjartørvurin hjá kommununum í sambandi við yvirtøkuna av nevndu økjum er tilsamans góðar 56 mió. kr., svarandi til knapt 1,1 skattaprosent. Hædd er tikin fyri hesum í lækkingini av landsskattinum, og kommunurnar kunnu hækka skattin tilsvarandi, uttan at borgarin merkir hetta.

Partur av ætlaða skattalættanum í 2006 er at hækka botnfrádráttin hjá landi og kommunum við 2.000 kr. Fyri kommunurnar merkir hetta slakar 13 mió.kr.

Ójavnt er, hvussu kommunurnar eru fyri fíggjarliga, og tað er eisini ójavnt, hvussu ymisku broytingarnar fara at virka í einstøku kommununum. Tí ber ikki til at siga nágreiniliga, hvussu nettoúrslitið av umleggingunum og skattalættanum fer at kennast hjá skattaborgarunum í einstøku kommununi. Hetta fer at vísa seg, sum frá líðir.

Á fundinum í dag vóru partarnir á einum máli um, at skal tann týðandi tilgongdin, har kommunur taka ábyrgd av fleiri økjum, halda fram, er umráðandi at útleggingarnar verða fyrireikaðar væl.

Um landsstýrið og kommunurnar frameftir fremja umleggingar í útreiðslubýtinum millum land og kommunur, vil landsstýrismaðurin í fíggjarmálum virka fyri, at kommunurnar fáa stundir at lagað fíggjarætlanirnar til broytingarnar.


Argir, 11. november 2005

_______________
Bárður Nielsen
landsstýrismaður í fíggjarmálum

________________
Rodmundur Nielsen
form., Kommunusamskipan Føroya

________________
Rósa Samuelsen
form., Føroya Kommunufelag