Semja er í dag undirskrivað millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2017 til 1. oktober 2019.
Talan er um maskinmeistarar við Strandfaraskipum Landsins, Magnusi Heinason, vaktarskipunum hjá Vørn og maskinmeistarar í almennari tænastu á landi.
Lønin hækkar við 2,3% tann 1. oktober 2017. Tann 1. oktober 2018 verða lønartalvurnar fyri Strandfaraskip Landsins og maskinmeistarar í almennari tænastu á landi broyttar. Fyri maskinmeistarar við Magnus Heinason hækkar lønin 2,5%. Maskinmeistarar við vaktarskipunum hjá Vørn eru tænastumenn, og lønin fylgir avtaluni við Tænastumannafelagið.
Umframt lønarhækkingar og broytingar av lønartalvum eru ymiskar broytingar gjørdar í sáttmálunum, m.a. nýggjar ásetingar um barsil, starvsetan og viðv. dokking uttanlands.