30.11.2018 · Fíggjarmálaráðið
Semja millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið øðrumegin og Heilsurøktarafelagið hinumegin
Fyri løtu síðani skrivaðu almennu arbeiðsgevararnir og Heilsurøktarafelagið undir 2 ára semju.
Umframt lønarhækkan inniber semjan millum annað eftirløn svarandi til 5 % til tímalønt, broyting av flokkingum hjá deildarleiðarum, eitt eyka lønarstig í lønarskalanum hjá vanligum heilsurøktarum og dagføring av sáttmálaásetingini um barsil.
Harumframt hava sáttmálapartarnir avtalað at seta ein arbeiðsbólk at kanna í hvønn mun, tað er møguligt hjá heilsurøktarum at verða settir við hægri setanarbrøki og/ella fullum setanarbrøki.