Semja millum Heilsurøktarafelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin
![Semja millum Heilsurøktarafelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin](https://landsstyri.cdn.fo/savn/ncqlumme/image1.jpeg?width=1024&height=576&rxy=0.5238095238095238,0.5393869358146246&rmode=crop&t=3731&s=JAzXdFgLmmZJMqdfTxlM4m6jZ3A)
Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsurøktarafelagið hava í dag undirskrivað semju um nýggjan sáttmála.
Sáttmálin partanna millum gekk út 1. oktober 2022, og á fundi hin 26. oktober 2022 handaðu partarnir hvørjum øðrum sáttmálakrøv.
Talan er um eina 2 ára semju, ið byggir á lønarhækkan í prosentum.
Tann 1. oktober 2022 hækkar lønin 3,8%
Tann 1. oktober 2023 hækkar lønin 4,04%
Í semjuni eru eisini broytingar í ásetingunum í sáttmálanum um eitt nú starvslýsingar og sjúku, umframt broytingar í bólkaleiðaraviðbótini og viðbótini fyri frítíðarlegugjald o.a.
Harumframt fær lønarlyftið, sum samgongan hevur sett sær fyri at geva lægst løntu bólkunum á umsorganarøkinum, gildi tann 1. januar 2024.
Semjan sæst her.
Avtalan um lønarlyft sæst her.