Semja er í dag undirskrivað millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag um navigatørar við Magnus Heinason fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2017 til 1. oktober 2019.
Eftirlønin hækkar fyrra ári frá 9,6 % til 12 % og seinna ári frá 12 % til 14 %.
Lønin hækkar 0,38 % tann 1. oktober 2017 og aftur 0,9 % tann 1. oktober 2018.
Semjan byggir sostatt á ein karm á 2,3 % fyrra ári og 2,5 % seinna ári.
Partarnir eru samdir um, at kemur nýtt ella annað skip inn fyri Magnus Heinason í sáttmálaskeiðnum, taka partarnir upp nýggjar samráðingar, tó uttan at seta stríðsstig í verk.