2-ára sáttmáli er gjørdur millum Fíggjarmálaráðið og Kost- og føðslufelagið.
Tann 1. oktober 2015 hækkar mánaðarlønin hjá kostatstøðingum við 2,25% og tann 1.oktober 2016 hækkar lønin við 1,9%.
Nakrar broytingar og dagføringar eru gjørdar í sáttmálanum. Semja er eitt nú um, at broyta og koma við nýggjum starvsheitum, at gera nýggja áseting um eftirløn og barnsburðafarloyvi. Eisini er avtala undirskriva um førleikamenning, um eitt gott og mennandi arbeiðsumhvørvi og um fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi. Semja og lønartalvur kunnu heintast her.