19.12.2024 · Fíggjarmálaráðið

Semja millum Fíggjarmálaráðið og Kost- og føðslufelag Føroya

Semja millum Fíggjarmálaráðið og Kost- og føðslufelag Føroya

Fíggjarmálaráðið og Kost- & Føðslufelagið skrivaðu undir semju í gjárkvøldi tann 18. desember 2024.

Partarnir hava gjørt ein eitt-ára sáttmála við eini lønarhækkan á 4,75% galdandi frá 1. oktober 2024.

Samanborið við flest onnur fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum, hevur Kost- & Føðslufelagið havt eina lægri lønarhækkan í tíðarskeiðinum frá oktober 2022 til oktober í 2024. Eingin avtala er á føroyska arbeiðsmarknaðinum, um javning av lønum, og vit hava heldur onga siðvenju fyri hesum. Orsakað av serligu støðuni við methøgari inflatión hava partarnir tí gjørt semju, um at javna lønirnar, soleiðis, at lønirnar hjá Kost- og Føðslufelagið hækka við 2,54 % frá 1. apríl 2025.

Avtala um neyðtilbúgving í samband við arbeiðssteðg
Umframt broytingar í lønunum hava partarnir gjørt eina avtalu um neyðtilbúgving í sambandi við arbeiðssteðg.

Partarnir hava nú eina avtalu, sum tryggjar, at lív og heilsa ikki verður sett í vanda í sambandi við arbeiðssteðgir. Avtalan inniber, at partarnir í sambandi við komandi samráðingar skulu vera samdir um, hvørjar funktiónir eiga at verða undantiknar einum møguligum arbeiðssteðgi. Somuleiðis hava partarnir avtalað, at ein ósemja um undantøk skal loysast við eini serligari nevnd við umboðum frá báðum pørtum umframt einum óheftum persóni.

Semjan kann lesast her