Semja er í dag undirskrivað millum Fíggjarmálaráðið og Kost & Føðslufelagið.
Talan er um ein 3 ára sáttmála galdandi frá 1. okt. 2017 til 1. okt. 2020 og semjan byggir á ein samlaðan 3 ára karm, sum er umleið 8 %.
Tann 1. oktober 2017 eru gjørdar munandi broytingar í skalagongdini hjá starvsbólkunum. Hetta merkir, at ein føðsluhjálpari hevur fingið eina stytri skalagongd, at byrjunarstigi hjá føðsluatstøðaranum er broytt, og at professionsbachelorar og kliniskur dietistur fáa nýtt endastig.
Nýggja semjan merkir eisini, at leiðararnir eru umflokkaðir og at leiðaraviðbótin frá 1. oktober 2018 verður partur av lønini og harvið eftirlønargevandi.
Ásetingarnar um barnferð eru broyttar og betraðar eins og í øðrum semjum, ið eru gjørdar hetta sáttmálaskeiðið. Tað merkir m.a., at kvinnur løntar eftir sáttmálanum altíð hava rætt til 24 vikur við løn eftir barnsburð.
Fíggjarmálaráðið