![Semja millum Fíggjarmálaráðið og Heilsurøktarafelagið](https://landsstyri.cdn.fo/savn/8553/image.jpeg?width=1024&height=576&rxy=0.5,0.5&rmode=crop&t=52512966&s=rePEjfQutyJtWHJBBiTX1l4RGUQ)
Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið gjørdu tann 5. oktober 2016 eina 2 ára semju við Heilsurøktarafelagið. Semja er um, at sáttmálin verður endurnýggjaður fyri sáttmálaskeiðið frá 1. oktober 2015 til 1. oktober 2017.
Tann 1. oktober 2015 hækkar mánaðarlønin 2,25% og tann 1. oktober 2016 hækkar lønin 1,9%. Hetta er innanfyri sama karm, sum hevur verið galdandi í samráðingunum við hini feløgini.
Partarnir hava eisini gjørt avtalu um fráboðanarform og fráboðanarfreist í sambandi við arbeiðssteðg, eins og ymsar dagføringar eru gjørdar í sáttmálanum. Semjan kann heintast her.