18.06.2016 · Fíggjarmálaráðið
Semja millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
2-ára sáttmáli er í dag gjørdur millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Tann 1. oktober 2015 hækkar mánaðarlønin hjá sjúkrarøktarfrøðingum við 2,25% og tann 1.oktober 2016 hækkar lønin við 1,9%.
Nakrar broytingar og dagføringar eru gjørdar í sáttmálanum. Semja er eitt nú um, at víðka um sáttmálaøkið við Heilsutrygd, at gera nýggjar ásetingar um eftirsitiløn, barnsburðafarloyvi og uppsøgn. Nøkur gjøld eru hækkað og sum nakað nýtt, er ein skalagongd gjørd fyri sjúkrarøktarfrøðingar sum Heilsutrygd hevur ábyrgd fyri.
Partarnir hava eisini avtalað at seta ein arbeiðsbólk at arbeiða við nýggjum arbeiðstíðarreglum. Hesin arbeiðsbólkur skal miða eftir at verða liðugur við sítt arbeiðið í desember 2016.