Fíggjarmálaráðið gjørdi tann 25. november 2016 eina 2 ára semju við Hjálparlæknaráð Føroya. Semja er um, at sáttmálin verður endurnýggjaður fyri sáttmálaskeiðið frá 1. oktober 2015 til 1. oktober 2017. Tann 1. oktober 2015 hækkar mánaðarlønin 2,25% og tann 1. oktober 2016 hækkar lønin 1,9%. Hetta er innanfyri sama karm, sum hevur verið galdandi í samráðingunum við hini feløgini. Partarnir hava gjørt avtalu um barnsburðafarloyvi, Phd viðbót og ein útbúgvingardag. Eisini eru ymsar dagføringar gjørdar í sáttmálanum. Semjan kann heintast her.