01.10.2003 · Fíggjarmálaráðið

Sáttmáli undirskrivaður við Starvsmannafelagið

Tíðindaskriv

Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið hava í dag skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála. Sáttmálin er galdandi frá í morgin, 1. oktober í 2003.

Løn og eftirløn

Lønin hækkar 2,9% 1. oktober í 2003 og aftur 2,9% 1. oktober í 2004.

1. oktober í 2003 verður eftirlønin 9% og 1. oktober í 2004 verður hon 10%. Hon hækkar 1% hvørt árið.

Broytingar í sáttmálanum

Høvuðsbroytingin er, at arbeiðstíðin er lækkað. Hon hevur verið 42 tímar um vikuna, íroknað ein tíma mattíð um dagin. Nú verður hon 39 tímar um vikuna. Matarsteðgurin verður hálvur tími um dagin.

Strandfaraskip Landsins

Fyri Strandfaraskip Landsins er avtalað fastlønarskipan.

Serstøk frívika

Avtala er gjørd um serstaka fríviku. Samstundis er eisini avtalað, at sáttmálafrídagarnir fella burtur 1. januar í 2004.

Førleikamenning

Partarnir hava eisini gjørt avtalu um førleikamenning. Semja er um, at skulu uppgávurnar hjá stovnum landsins verða røktar á munadyggan hátt, er sera týðandi, at førleikarnir hjá starvsfólkunum verða áhaldandi røktir og mentir.

Broytt skipan til at loysa ósemjur millum partarnar

Í sambandi við sáttmálasamráðingarnar hava Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið umrøtt eina broytta skipan at loysa ósemjur millum partarnar. Partarnir vilja innan 1. januar 2004 gera serstaka avtalu um

dagføra ásetingar um seming
alternativa konfliktloysn
skjótari gerðarrætt, sum eisini skal kunna taka støðu til sáttmálabrot.

Partarnir gleðast um, at samráðingarnar hava gingið væl og at tað hevur eydnast at røkka einum úrslitið, sum báðir partar eru nøgdir við.



Fíggjarmálaráðið Starvsmannafelagið