Sáttmáli gjørdur við Vodafone um fartelefonnýtsluna hjá miðfyrisitingini
Við støði í almenna innkeyps- og útboðspolitikkinum, sum verður fyrireikaður í løtuni, hava Fíggjarmálaráðið og KT-fyrisitingin bjóðað út fartelefonnýtsluna hjá miðfyrisitingini fyri komandi tvey árini.
Áðrenn útbjóðingina varð gjørd ein meting av fartelefon nýtslumynstrinum hjá miðfyrisitingini, og bjóðað var út millum føroysku televeitararnar Føroya Tele og Vodafone, har Vodafone hevði lægsta tilboðið.
Fíggjarmálaráðið hevur tí gjørt nýggjan sáttmála við Vodafone um fartelefonnýtsluna, sum kemur at geva miðfyrisitingini munandi sparingar komandi tvey árini.
Fremsta endamálið við almenna innkeyps- og útboðspolitikkinum er at fáa mest møguligt fyri skattapengarnar og at stimbra kapping og produktivitetsvøkstur á føroyska vøru- og tænastumarknaðinum.
Tað almenna keypir eitt rættiliga breitt úrval av vørum og tænastum á føroyska marknaðinum. Hesi keyp umfata alt frá bíligum og lutfalsliga einføldum veitingum til meira truplar, kostnaðarmiklar og samansettar veitingar av ymsum slag, ið krevja, at tey, sum standa fyri útbjoðingini, fyri tað almenna, hava serligt innlit á økinum. Í nøkrum førum má tað almenna eisini taka serlig marknaðaratlit, tí í fleiri førum eru bert ein ella tveir veitarar av teimum vørum og tænastum, sum tað almenna keypir nógv av. Tá tað t.d. bert eru tveir veitarar á marknaðinum, hevur tað stóran týdning at tilboðið er tíðaravmarkað, soleiðis at veitingin kann bjóðast út við jøvnum millumbili. Annars kann tað almenna køva kappingina á einum slíkum marknaði. Herumframt hevur tað altíð týdning, at eitt alment útboð er greitt og gjøgnumskygt, bæði fyri at geva tilboðsveitaranum javnbjóðis rættindi og fyri at keyparin lættliga kann samanbera tilboðini.
Av tí, at televeitararnir hava ymiskar tilboðspakkar og ymiskan prísbygnað, sum er torførur at samanbera og ikki altíð passar inn í tørvin hjá viðkomandi stovni, hevur tað stóran týdning, at nýtslumynstrið verður kortlagt áðrenn bjóðað verður út, soleiðis at tað er møguligt at samanbera tilboðini, tá ið tey koma inn. Seinastu tvey árini hava útreiðslurnar av fartelefonnýtsluni hjá miðfyrisitingini verið góðar 1,8 mió. kr. Útbjóðingin tekur støði í núverandi nýtslumynstri, men av tí tað er allatíðina er stór menning á fartelefonøkinum, sum sæst aftur í nýtslumynstrinum hjá brúkarunum, skal ein samanbering av nýtsluni seinastu tvey árini takast við einum ávísum fyrivarni.
Ætlanin er at brúka hesa útbjóðingina sum leist og vegleiðing til útbjóðingar komandi árini.