17.12.2015 · Fíggjarmálaráðið
Sáttmáli gjørdur við Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna
Tíðindaskriv
Fíggjarmálaráðið hevur í morgun gjørt sáttmála við Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna.
Karmurin er 2,25% fyrra árið og 1,9% seinna árið.
Ofta hevur flaggingin verið til umrøðu seinastu árini, og hesa ferð er ásett í sáttmálanum, at handverkari, sum hevur skyldu at ansa flagginum, kann fáa 1.000 kr. eyka um mánaðin ella tilsvarandi avspakan.
Handverkararnir hava fingið eitt eyka stig at ganga (stig 13) og onkrar smávegis broytingar eru gjørdar í sáttmálatekstinum.
Fíggjarmálaráðið 16. desember 2015