Fíggjarmálaráðið gjørdi tann 10. desember 2013 semju við Maskinmeistarafelagið um sáttmálarnar fyri alment settar maskinmeistarar á landi og um borð á Magnusi Heinasyni.
Sáttmálarnir eru galdandi til 1. oktober 2015.
Semjan er á sama støði sum tær, ið eru gjørdar við onnur fakfeløg fyri sama tíðarskeið.
Ávísar tillagingar eru gjørdar í sáttmálanum, eins og lønartalvan er longd.
Harumframt hava partarnir gjørt avtalu um fráboðanarform og -freist í sambandi við arbeiðssteðg. Avtalaða fráboðanarfreistin er 72 tímar, roknað frá midnátt.