13.07.2012 · Fíggjarmálaráðið

Samlaða treystitalið á veg uppaftur

Eftir eitt fall í januar í ár er samlaða treystitalið í føroyska konjunkturbarometrinum nú á veg uppaftur. Samlaða treystitalið fór úr 27 niður á 7 frá juni í fjør til januar í ár, men er komið upp aftur á 12 í nýggjastu konjunkturkanningini, sum varð gjørd í juni í ár. Samlaða treystitalið gevur eina ábending um, hvussu vinna og brúkarar meta støðuna beint nú, gongdina seinastu 12 mánaðirnar og gongdina komandi 12 mánaðirnar.

Fallið í samlaða treystitalinum í januar í ár hekk beinleiðis saman við, at vøksturin í heimliga eftirspurninginum minkaði í seinnu hálvu av 2011. Henda gongdin vendi aftur fyrra hálvár í ár. Nú eru tað tænastu- og byggivinnurnar og brúkararnir, sum trýsta samlaða treystitalið uppaftur, meðan útflutnings- og handilsvinnurnar tálma vøksturin í samlaða treystitalinum.

Sum heild eru føroyingar vorðnir meira bjartskygdir í hesi konjunkturkanningini samanborið við konjunkturkanningina, sum varð gjørd fyri hálvum ári síðan. Brúkarar eru bjartskygdari um útlitini fyri føroyska búskapin, samstundis sum fíggjarstøðan hjá brúkarunum er nógv batnað. Føroysku húsarhaldini hava tí fingið fleiri pengar at ráða yvir. Vinnan væntar, at eftirspurningurin fer at økjast komandi 12 mánaðirnar, og allar vinnurnar, uttan byggivinnan, vænta eisini, at arbeiðstørvurin fer at økjast.

Niðanfyri er stutt lýsing av úrslitunum av konjunkturkanningunum fyri brúkaran og hvørja einstaka vinnugrein.

Føroysk húsarhald hava fleiri pengar at ráða yvir
Eftir eitt fall í januar í ár er treystitalið hjá føroysku brúkarunum nú á veg uppaftur. Treystitalið hjá føroysku brúkarunum var 2 í juni í fjør og fall síðan niður í -3 í januar í ár, men er nú komið upp aftur á null.

Føroysku brúkararnir vænta, at tað fer at ganga betur í føroyska búskapinum, og at arbeiðsloysið fer at minka komandi 12 mánaðirnar. Eisini er fíggjarstøðan hjá føroysku húsarhaldunum nógv batna seinasta árið, og hevur, sambært konjunkturbarometrinum, ikki verið betri síðan beint fyri fíggjarkreppuna í januar 2008. Føroysku húsarhaldini vænta tí at fara at leggja pengar til síðis komandi árið, men tey vænta tó ikki, at fíggjarstøðan fer at gerast enn betri enn nú.

At brúkararnir eru vorðnir meira jaligir um búskapargongdina, samstundis sum føroysku húskini hava fingið fleiri pengar at ráða yvir, ávirkar eisini nýtsluatferðina hjá føroysku brúkarunum. Tað eru fleiri nú, enn fyri hálvum ári síðan, sum halda løtuna vera tí røttu til at keypa drúgvar nýtsluvørur, sum t.d. innbúgv, elektroniskar lutir og líknandi. Nú eru eisini fleiri, ið hava ætlanir um at keypa bil og brúka størri upphæddir til bústaðaábøtur komandi árið.

Goymslan hjá ídnaðar- og tilfeingisvinnunum ov stór
Treystitalið hjá ídnaðar- og tilfeingisvinnunum er fallið niður á 8 í nýggjastu konjunkturkanningini eftir at hava ligið á 15 í tveimum teimum undanfarnu kanningunum. Gongdin í framleiðsluni hevur verið á leið tann sama í tveimum teimum seinastu kanningunum, og vónirnar um framleiðsluna komandi árið eru betri í hesi kanningini, enn í kanningini fyri hálvum ári síðan. Orsøkin til at treystitalið hjá ídnaðar- og tilfeingisvinnunum kortini fellur í hesi kanningini, er, at í løtuni er goymslan ov stór og bíleggingarnar í minna lagi, hóast tær hava verið vaksandi seinasta árið.

Ídnaðar- og tilfeingisvinnurnar vænta, at søluprísirnir fara at hækka, og at arbeiðstørvurin fer at økjast komandi árið.

Framgongdin hjá tænastuvinnunum heldur fram
Tað hevur verið stór framgongd í virkseminum og eftirspurninginum hjá tænastuvinnunum seinasta hálvárið, og tænastuvinnurnar vænta, at eftirspurningurin fer at økjast enn meira komandi árið. Treystitalið hjá tænastuvinnunum fer tí úr 9 upp í 31 frá januar til juni í ár.

Framgongdin í tænastuvinnunum hevur ikki kravt meira arbeiðsmegi seinasta árið, men tænastuvinnurnar vænta, at arbeiðstørvurin fer at økjast komandi árið.

Í tænastuvinnunum eru m.a. fíggjar- og peningastovnar, tryggingarstovnar, ferða- og flutningsfyritøkur, lýsingarfyritøkur, ráðgevingarvirksemi og annað tílíkt.

Handilsvinnan væntar meira sølu komandi árið
Stórt fall var í treystitalinum hjá handilsvinnunum frá juni í fjør til januar í ár, tá ið tað fall úr 18 niður á 1. Í hesi nýggjastu konjunkturkanningini er tað fallið eitt vet afturat niður á -1. Hóast partar av handilsvinnunum hava havt stóra framgongd, so siga handilsvinnurnar seg samanlagt ikki at hava havt framgongd í søluni.

Handilsvinnurnar síggja harafturímóti ljósari uppá framtíðina. Handilsvinnurnar vænta, at sølan fer at økjast, og at tørvurin á arbeiðsmegi verður munandi størri komandi árið.

Vøkstur í bíleggingunum hjá byggivinnunum
Treystitalið hjá byggivinnunum hevur sveiggjað nógv í seinastu konjunkturkanningunum. Treystitalið fór úr -32 upp í 27 fyri einum ári síðan og fall síðan aftur niður í -32 í januar í ár, men er nú komið upp aftur á -17. Tað hevur verið afturgongd í virkseminum hjá byggivinnunum, men nú er vøkstur aftur í bíleggingunum, og tí fer treystitalið hjá byggivinnnunum upp aftur í nýggjastu konjunkturkanningini.

Byggivinnurnar vænta, at tørvurin á arbeiðsmegi fer at minka, samstundis sum tær siga, at tørvurin á arbeiðsmegi er vorðin ein vaksandi trupulleiki fyri framhaldandi vøkstri. Hetta kann vera eitt tekin um, at byggivinnurnar mangla skikkaða arbeiðsmegi.

Byggivinnurnar eru rættiliga sannførdar um, at prísirnir á byggiverkætlanum fer at lækka komandi árið. Tað gevur eina ábending um, at byggivinnurnar vænta herda kapping í nærmastu framtíð.

Tilfeingisvinnan

Tænastuvinnan

Handilsvinnan

Byggivinnur

Brúkarar

Brúkarar og vinna tilsamans