Tað verður skjótt lættari hjá ítróttafeløgunum kring landið at fáa skikkað fólk at taka lut í sjálvbodnum virksemið innan ítróttina. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur borið eitt lógaruppskot í Løgtingið, har sjálvboðin kunnu fáa upp til 50.000 skattafríar krónur í samsýning um árið. Verandi mark er 30.000 krónur.
“Stóra sjálvbodna arbeiðið í ítróttini hevur ein risa stóran týdning fyri okkum sum samfelag. Tað er eitt ótal av fólkum sum brúka stóran part av sínari orku og frítíð til at leiða og venja okkara ungdóm. Hesi hava uppiborið eina veruliga viðurkenning. Vónandi fer uppskotið at hava við sær, at enn fleiri fara at bjóða seg fram at hjálpa til í ítróttafeløgunum kring landið,” sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Tað er ásett í samgonguskjalinum, at skattafría hámarkið til ítrótt skuldi broytast. Eisini hevu Ítróttasamband Føroya víst á, at tørvur er á at dagføra upphæddina.
Verandi áseting um, at sjálvboðin kunnu fáa 30.000 skattafríar krónur í samsýning um árið hámarkið er frá 1. januar 2013.
Sambært upplýsingum frá TAKS vórðu góðar 8 milliónir krónur rindaðar til 843 persónar fyri sjálvboðið arbeiðið innan ítrótt í 2018.
Í miðal var upphæddin slakar kr. 9.700 krónur í part.