Samgongan er vorðin samd um, at inngjaldið í Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin - samhaldsfasta - frá 1. januar 2006 hækkar við 0,25% fyri hvønn av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Hækkingin gevur rúmd fyri, at útgjaldið kann hækka uppí á leið 1200 kr um mánaðin.
Samgongan er samstundis vorðin samd um at lækka skattin soleiðis, at skattastigin verður lækkaður, og botnfrádrátturin í lands- og kommunuskattinum hækkar úr 24.000 upp í 26.000 kr. Tilsamans merkir hetta eina lækking í skattinum uppá 105 mió. kr.
Partur av skattalækkingini gevur rúmd fyri, at kommunurnar kunnu hækka skattin. Frá 1. januar 2006 taka kommunurnar við ábyrgdini av barnarverndarøkinum, stuðlum hjá børnum og einum parti av umsorganartilboðunum til pensionistar – øki, sum í ár kosta lankassanum um 45 mió. kr.
Við hesi semjuni fylgir samgongan avtaluni, ið flokkarnir gjørdu, tá samgonguskjalið varð undirskrivað.
Argir, 3. november 2005
Bárður Nielsen
landsstýrismaður