Rundskrivið greinar nærri, hvat tað merkir at taka neyðug búskaparlig atlit. Eisini greinar rundskrivið hvørja ábyrgd landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur í hesum sambandi, og hvørja ábyrgd hvør landsstýrismaður hevur á sínum øki.
Hugtøkini framleidni, virkisføri, sparsemi og fíggjarstýring verða allýst, og evni verða lýst um, hvat aðalráð og stovnar kunnu arbeiða við fyri at tryggja sær, at sum mest fæst burturúr tilfeinginum, og at neyðug búskaparlig atlit vera tikin.