19.12.2012 · Fíggjarmálaráðið

Rentan av landsins lániskuld 2,8 %

Í tíðindaskrivi í dag frá Landsbanka Føroya verður sagt, at landsstýrismaðurin hevur givið skeiva upplýsing um rentuna á landsins lánsbrævaskuld. Neyðugt er tí at kunna um málið.

Landskassin rindar í 2013 122 mió. kr. í rentu av landsins lánsbrævaskuld. Lánsbrævaskuld landsins er 4,3 mia. kr. Hetta gevur eina rentu á 2,8 %, og er tað hetta talið, ið landsstýrismaðurin hevur hildið seg til í Løgtinginum.

Einans at brúka nýggjasta – og minna - partin av lánsbrævaskuldini, sum tal fyri landsins rentukostnað gevur eina avmarkaða mynd av landsins rentukostnað. Tað eigur tí at undirstrikast, at landið rindar ikki 1,4 %, men 2,8 % í rentu, og verður hetta talið samanborið við lægru rentuna hjá Føroya Tele. Slík samanbering eigur at kunna gerast sum natúrligur partur av opnum politiskum kjakið á Løgtingið.

Jørgen Niclasen
landsstýrismaður