Hvussu kunnu Føroyar og Katalonia fáa gagn av at samstarva um at talgilda týðandi partar av samfelagnum?
Hesin spurningur varð umrøddur á fundi í Tinganesi í morgun. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, og Jordi Puigneró, katalonski ráðharrin í talgilding skiftu orð um møguleikar og avbjóðingar við at talgilda samfelagið. Eisini varð hugt nærri at teimum talgildu loysnunum, ið longu eru valdar og tey ítøkiligu átøkini, ið Føroyar og Katalonia hava gagn av at samstarva um.
Áhugi úr Katalonia
Ráðharra – og arbeiðsvitjanin úr Katalonia kom í lag, tá ið Kristina Háfoss í november 2018 hitti katalonska starvsbróðurin á eini starvsvitjan í Barcelona. Her greiddi landsstýriskvinnan Jordi Puigneró frá um Føroyar, og um talgildar loysnir hjá tí almenna. Eisini vísti landsstýriskvinnan á samstarvsmøguleikar millum Føroyar og Katalonia. Jordi Puigneró tók undir við samstarvi millum tjóðirnar, og vísti stóran áhuga fyri Talgildu Føroyum, ið er verkætlan, ið hevur til endamáls at menna eitt skipað talgilt undirstøðukervi í Føroyum.
Vitja fyritøkur og stovnar
Eftir fundin í Tinganesi í morgun verður farið at vitja Løgtingið, har Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, tekur í móti gestunum. Aftan á døgurða gongur leiðin á Gjaldstovuna, har Leif Abrahamsen, stjóri, og Nicolai Mohr Balle, verkætlanarstjóri í Talgildu Føroyum, greiða frá virkseminum hjá stovninum. Dagurin endar við vitjanum á Føroya Tele, har stjórin, Jan Ziskasen, fer at greiða frá um at útbyggja fibur og 5G netið í Føroyum. Síðani verður farið til Fjarskiftiseftirlitið. Her skal stjórin, Jógvan Thomsen, greiða frá, hvussu Føroyar hava skipað seg á hesum øki.
Um vikuskiftið fær ráðharrin við fylgi høvi at vitja kring landið. Farið verður til Bíggjar og Gásadals. Eisini verður farið í Eysturoynna, har millum annað vitjað verður við Gjógv og í Eysturoyartunnlinum. Vitjan í Kirkjubø er eisini á skránni.
Undirskriva avtalu
Mánadagin undirskriva Kristina Háfoss og Jordi Puigneró samstarvsavtalu – eitt sokallað Memorandum of Understanding. Hetta er avtala, ið skal styrkja sambondini tjóðanna millum, við at deila royndir og vitan innan talgilding, og við at fremja ítøkilig átøk í felag.
Mánadagin er harumframt vitjan í Sjóvinnuhúsinum. Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum og Sóley Heradóttir Hammer, leiðari fyri Hugskotið, greiða frá virkseminum í húsinum. Eisini fáa íverksetarar í Hugskotinum møguleika at greiða frá virki og ætlanum teirra fyri katalanska ráðharranum. Seinasti steðgur á Føroyavitjanini verður í Vinnuhúsinum, har Marita Rasmussen, stjóri, og umboð fyri KT vinnuna fara at kunna um føroyskt vinnulív við serligum atliti til KT og talgilding.
Ráðharrin og fylgi hansara fara aftur av landinum mánadagin seinnapart. Við Jordi Puigneró eru embætisfólk og stjórin fyri SmartCatalonia.
Fíggjarmálaráðið
Íbúgvaratal 7,441 mio
Høvuðstaður Barcelona
Barcelona verður roknaður millum fremstu smart-býir í heiminum. Barcelona nýtir KT- talgildar loysnir at betra um tænasturnar fyri borgararnar í býnum.