22.04.2008 · Fíggjarmálaráðið

Raðfesting av bleytum virðum og fokus á neyva figgjarstýring

Samstundis, sum fíggjarlógaruppskotið fyri 2008 raðfestir útbúgving og sosial átøk, er stórt fokus á fíggjarstýringini. Tamarhald skal fáast á skeivu gongdini, har almennir stovnar brúka meira, enn játtað er

Hóast nýggja fíggjarlógaruppskotið fyri 2008 bert fer at fevna um góða helvt av fíggjarárinum, er siktið við uppskotinum greitt:

“Samgongan fór m.a. til val uppá at raðfesta útbúgving og fleiri av teimum sonevndu bleytu virðunum. Hetta sæst væl aftur í fíggjarlógaruppskotinum fyri í ár, og verður upp aftur greiðari á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2009. Tá fer samlaði búskaparpolitikkurin hjá hesi samgonguni at sláa fult ígjøgnum, m.a. við einum breiðari skattagrundarlagi”, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Landsstýrismaðurin leggur stóran dent á, at neyv fíggjarstýring skal fáast í lag alt fyri eitt.

“Henda samgongan góðtekur ikki meirnýtslu í mun til givnar játtanir, og vit arbeiða fyri at fáa árligar bindandi avtalur í lag við kommunurnar um, hvussu støðið á kommunalum íløgum og raksturi verður. Málið er at fáa langtíðarjavnvág í einum sjálvberandi og óheftum føroyskum búskapi. Búskaparpolitikkurin skal leggja upp fyri sveiggjum, so vøksturin í búskapinum verður javnur og haldførur”, sigur Karsten Hansen.

Greiðar raðfestingar
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2008 er avlopið 53,4 mió. kr. Inntøkurnar eru mettar til 4 mia. 357 mió.kr. Rakstrar-, løgu- og útlánsútreiðslurnar (netto) verða mettar til 4 mia. 304 mió.kr.

Uppraðfestingar eru á hesum økjum: Barsilsskipanin, barnaískoyti til stakar uppihaldarar, betran av fyritíðarpensjónini, ellis- og røktarheimspláss, Pisa-átøk, tiltøk til lesiveik, eykaflokkar til pedagog- og læraraútbúgvingarnar, nýggjar útbúgvingar á Fróðskaparsetrinum, útbygging av Norðurlandahúsinum, íverksetan, vinnugransking, umhvørvisstovan, víðkan av uttanríkistænastuni, yvirtøka av veðurtænastuni, yvirtøka av útlendingamálum og stovnetan av útlendingastovu.


“Røðin av uppraðfestingum vísir profilin hjá nýggju samgonguni. Vit halda givin lyfti”, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Umframt raðfestingar eru útreiðslurnar til rentustuðul, oljunýtslu og heilivágsnýtslu nógv vaksnar.

Minni virksemi í føroyska búskapinum í ár
Stóra virksemið í føroyska búskapinum seinastu árini verður helst minni í 2008 enn undanfarin ár. Í Føroyum hevur virksemið verið stórt, bæði hjá privata og almenna geiranum, serliga hjá kommununum.

Stóri privati eftirspurningurin í Føroyum fer væntandi at minka í ár, nú fortreytirnar á fíggjarmarknaðinum eru broyttar. Eftirspurningurin hevur serliga verið grundaður á nýggjar og lagaligir fíggingarhættir saman við herdari kapping millum føroysku peningastovnarnar. Hetta gjørdi serliga um seg í 2006 og 2007.

Enn er ógreitt, hvussu altjóða búskapurin fer at hátta seg, men væntaði altjóða búskaparvøksturin verður minni í 2008, enn hann var í árunum frá 2004 til 2007. Tað eru serliga ávís viðurskifti, sum hótta búskaparliga vøksturin: vaksandi oljuprísir, vaksandi rávøruprísir, spenta støðan á fíggjarmarknaðunum, rentugongdin og gongdin í dollarakursinum.


Argir, tann 22. apríl 2008
Fíggjarmálaráðið