Politiski fylgibólkurin til eina nýggja pensjónsskipan er nú farin til verka
Politiski fylgibólkurin til eina nýggja pensjónsskipan er nú farin til verka. Allir flokkar eru umboðaðir í hesum arbeiði, sum tekur støði í tí áliti, sum ein embætismannabólkur undir Fíggjarmálaráðnum hevur lagt fram.
Politiski fylgibólkurin miðar eftir, at flokkarnir hava funnið semju um nýskipanina áðrenn 1. oktobur 2009.
Fyri at politisku tingingarnar ikki verða óneyðugt órógvaðar, eru flokkarnir samdir um, at meðan bólkurin arbeiðir, verður ikki farið út í fjølmiðlarnar við uppskotinum. Arbeiðið verður sjálvandi gjørt í samráði við avvarðandi partar.
Tá politiska arbeiðið er liðugt, verða lógaruppskotini send til hoyringar. Eftir ætlan leggja flokkarnir lógaruppskotini um nýskipanina fram á Løgtingi 13. novembur 2009.
Argir, tann 18. august 2009
Fólkaflokkurin (A)
Sambandsflokkurin (B)
Javnaðarflokkurin (C)
Sjálvstýrisflokkurin (D)
Tjóðveldi (E)
Miðflokkurin (F)