30.09.2008 · Fíggjarmálaráðið

Politiska viðgerðin av fíggjarlógaruppskotinum 2009 verður ein stór avbjóðing

Nýggj samgonga varð skipað beint áðrenn fíggjarlógaruppskotið fyri 2009 sambært stýrisskipanarlógini skuldi berast niðan í Løgtingið. Nýggja samgongan hevur tí enn ikki havt høvi at seta síni politisku fingramerki á fíggjarlógaruppskotið fyri 2009, sum bert byggir á framskrivingar av verandi virksemi. Samstundis sum politiska viðgerðin av fíggjarlógaruppskotinum nú fer í gongd, mugu vit staðfesta, at búskaparligu fortreytirnar seinasta árið eru nógv broyttar skeiva vegin.

Vit mugu staðfesta, at altjóða búskapurin er komin inn í ein lágkonjunktur, har stór óvissa er um búskaparligu gongdina í nærmastu framtíð. Stóra óvissan stavar frá ófriðinum í fíggjarheiminum kring allan heim í løtuni.

Við sera lágum arbeiðsloysi merkja vit enn ikki nógv til, at flestu pílar peika niðureftir og at føroyski búskapurin er á veg inn í ein lágkonjunktur. Ófriðaligi fíggjarmarknaðirnir skapa eisini fjáltur heima hjá okkum. Vit fara at merkja, at útlánsvirksemi fer at minka munandi og at væl størri krøv fara at verða sett til trygdina fyri útlánum komandi tíðina. Hetta, saman við høgum oljuprísum og niðurpíndum fiskastovnum, fer at køla yvirupphitaða føroyska búskapin niður komandi tíðina.

Hesar fortreytirnar seta krøv til serliga gott handalag, nú politisku raðfestingarnar skulu smíðast inn í fíggjarlógaruppskotið, áðrenn fíggjarlógin fyri 2009 skal samtykkjast í Løgtinginum síðst í hesum árinum.

Tað hevur sjálvandi týdning, at fíggjarlógin fyri 2009 ikki stimbrar skeivu búskaparligu gongdina í samfelagnum. Tað hevur líka stóran týdning, at stýring er á útreiðslugongdini, soleiðis at føroyski skattaborgarin fær sum mest burturúr sínum skattakrónum.

Politiska avbjóðingin við fíggjarlógini fyri 2009 er tí ein skynsom útbygging av føroyska samfelagnum, sum ikki skelkar samfelagið búskaparliga, samstundis sum føroyingar fáa sum mest burturúr sínum skattakrónum. Politisku raðfestingarnar og útbyggingarnar av føroyska samfelagnum verða tí bygdar á langtíðarraðfestingar, har málið er at Føroyar skulu verða eitt framkomið og sjálvberandi vælferðarsamfelag.

Høvuðstølini í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2009 eru:

Inntøkurnar eru mettar til 4 mia. 308 mió. kr. Herav er skattur 1 mia. 883 mió. kr. Av¬gjøld, tollur o.a. eru 1 mia. 789 mió. kr. Heildarveitingin o.a. úr danska ríkiskassanum er óbroytt og verður 635 mió. kr.

Rakstrar-, løgu- og útlánsútreiðslurnar (netto) verða mettar til 4 mia. 552 mió. kr. Herav eru rakstrarútreiðslurnar 4 mia. 419 mió. kr., løguútreiðslurnar eru 145 mió. kr., og rentu¬útreiðslurnar eru -12 mió. kr.

Uppskotið vísir eitt hall upp á 244 mió. kr. (RLÚ-úrslitið). Bert avmarkað løguvirksemi er tikið við. Um løguvirksemi var á sama støði sum í 2008, hevði hallið verið 333 mió. kr.

Argir, tann 30. september 2008
Fíggjarmálaráðið

Viðmerkingar til upplýsingar í hesum tíðindaskrivi eru at fáa frá Jóannes Eidesgaard, landsstýrismanni í fíggjarmálum, á telefon 352020. Fíggjarmálaráðið hjálpir við faktuellum spurningum á telefon 352020. Legg til merkis, at fíggjarlógaruppskotið 2009 við tilhoyrandi skjølum er til taks á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum www.fmr.fo