16.07.2010 · Fíggjarmálaráðið

Politisk viðmerking frá landsstýrismanninum í fíggjarmálaráðnum

Nú ávíst kjak hevur tikið seg upp í fjølmiðlunum um eitt nú sparitiltøk innan almannaøkið, skal landsstýrismaðurin í fíggjarmálum gera greitt, at vit í samband við fíggjarlógina fyri 2011 eru í einari sera viðbreknari og truplari tilgongd.

Tað liggur ein stór ábyrgd og ikki minst avbjóðing á øllum landsstýrisfólkum at gera uppskot til játtanir innan teirra øki, soleiðis at givnu karmarnir koma at halda. Er tað trupult innan almannaøkið, so er tað sanniliga eisini trupult innan onnur øki at fáa karmarnar at halda.

Tað er tí neyðugt, at vit sláa kalt vatn í blóðið og geva landsstýrisfólkunum neyðuga arbeiðsfriðin til at fáa so góð og skynsom uppskot fram sum neyðugt. Vit mugu fáa øll neyðugu uppskotini á borðið og fáa tey viðgjørd innanhýsis í samgonguni.

Her verða nógvir hersknir kamelar, ið skulu slúkast, um vit skulu bera boð í bý við okkara fíggjarlóg.

Tað ringasta, vit nú kunnu gera, er at fara út í pressuna við staklutum og fáa ein orðadrátt millum samgongufólk um hesi. Á henda hátt náa vit ikki málinum.

Tí er tað mín áheitan sum landsstýrismaður í fíggjarmálum, at vit eftir summarsteðgin fáa øll uppskotini fram á borðið og síðani viðgera tey í samgonguni og ikki sum nú úti í fjølmiðlunum.

Uppgávan verður nóg trupul, sum er, so eingin orsøk er at leggja okkum sjálvum fótonglar.


á Tvøroyri 16. jul. 2010

Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður