08.07.2015 · Fíggjarmálaráðið

Politikkur fyri skapandi vinnur

Politikkur fyri skapandi vinnur

Skapandi vinnurnar eru millum skjótast vaksandi vinnur í heiminum og hava ein alsamt vaksandi týdning fyri samfelagsbúskapin. Í Føroyum verður mett, at vit hava eitt stórt og ov lítið troytt tilfeingi í skapandi vinnunum.

Landsstýrið hevur tí sett arbeiðsbólk at gera uppskot til politikk fyri skapandi vinnur og heildarætlan við uppskotum til átøk, ið kunnu geva skapandi vinnunum umstøður at mennast og vaksa.

Í arbeiðsbólkinum eru umboð fyri Vinnumálaráðið, Mentamálaráðið, Fíggjarmálaráðið og Løgmansskrivstovuna.

Bólkurin metir tað vera av størsta týdningi, at allir áhugapartar hava møguleika at geva sítt íkast til politikkin. Tilfar um arbeiðið verður savnað á heimasíðuni hjá Vinnumálaráðnum, og øll sum hava áhuga fyri hesum, kunnu venda sær til arbeiðsbólkin.

Skapandi vinnurnar

Skapandi vinnur eru vinnur, ið hava eitt mentanarligt og skapandi grundarlag. Rávøran hjá skapandi vinnunum er eginleikin at hugsa, skapa og endurnýggja.

Oftast verða hesar vinnugreinar roknaðar við sum skapandi vinnur:

Byggilist

Filmur

 Ritbúnaður

Bókmentir

Tónleikur

 Myndlist

Lýsingarvirksemi

Útinnandi list

 Søvn

Sniðgeving

Forlagsvirksemi

 Matgerðarlist

Listhandverk

Miðlar

 

 

Skapandi vinnur og búskapurin

Føroyski búskapurin er, eins og búskapir í øðrum framkomnum londum, vorðin alt meira fjøltáttaður. Sannlíkt er, at vit í skapandi vinnugreinum hava eitt stórt ótroytt tilfeingi, ið skjótt kann vaksa og geva munagott ískoyti til føroyska búskapin. 

Longu nú starvast nógv fólk í hesum vinnum. Enn ber ikki til at siga, hvussu stórur partur skapandi vinnurnar eru av føroyska búskapinum. Men um skapandi búskapurin í Føroyum kann berast saman við skapandi búskapin í grannalondum okkara, er greitt, at talan er um um hundraðtals milliónir.

Tá hugt verður at skapandi vinnunum úr samfelagsbúskaparligum sjónarhorni, er skilagott at býta virknaðin sundur í tann reint búskaparliga og tann meira samfelagsliga og mentanarliga partin.  Umráðandi er, at báðir tættir verða tiknir við í samlaða politikkin, tá fyrri parturin ikki fær virkað uttan seinra partin og øvugt. 

Nógvar skapandi vinnur eru í stóran mun tongdar at øktu møguleikunum fyri talgildum samskifti, framleiðslu og sølu. Talgildar vørur og tænastur hava eisini tann fyrimun fyri Føroyar, sum hava stóra frástøðu til útlendskar marknaðir, at tær í útgangsstøðinum ikki eru bundnar at landafrøðiligari staðseting. Tí er umráðandi, at møguleikarnir fyri at virka talgilt í Føroyum eisini eru við til at stimbra skapandi vinnurnar her á landi.

Nakrir spurningar, sum fara at verða viðgjørdir í arbeiðinum, eru:

Hvussu stórur partur av føroyska búskapinum eru skapandi vinnurnar?

Hvussu gagnnýta Føroyar mentanarliga og listarliga tilfeingið til at vaksa um ein virknan og skapandi búskap?

Hvussu kunnu einar skapandi Føroyar vera grundarlag fyri trivnaði og fólkavøkstri?

Arbeiðsbólkurin fer í summar og tíðliga í heyst at venda sær til áhugapartar. Tey, sum ynskja at geva sítt íkast til arbeiðið, kunnu skriva til arbeiðsbólkin.

Í bólkinum eru Oyvindur av Skarði úr Vinnumálaráðnum, oyvindur@vmr.fo, Alda Joensen úr Mentamálaráðnum, aldaj@mmr.fo, Johannes Pauli Poulsen úr Fíggjarmálaráðnum, johannes@fmr.fo og Elisabeth Fransiska Rasmussen úr Løgmansskrivstovuni, elisabethr@tinganes.fo.