Við hesum skrivi verður almannakunngjørt, at politiski fylgibólkurin í gjár 21. september 2010 samtykti at pensjónsnýskipanin verður sett í gildi 1. januar 2012.
Gildiskoman í lógaruppskotunum, sum vórðu send til hoyringar, var 1. januar 2011. Fleiri av hoyringsskrivunum hava gjørt vart við, at tíðarfreistin var ov stutt at gera millum annað: broytingar í sáttmálunum, avtalur við arbeiðsgevara, eina elektroniska skipan og kunna alment um nýskipanina. Fylgibólkurin hevur tí avgjørt at gildiskoman verður flutt til 1. januar 2012.
Ætlanin er framvegis, at uppskotið til pensjónsnýskipan verður løgd fyri Løgtingið seinni í heyst
Fíggjarmálaráðið, 22. september 2010