Landsstýrið hevur í dag, saman við Sjálvstýri, lagt uppskot til nýggja pensjónsskipan fyri Løgtingið.
Lógaruppskotini hava verið til ummælis, og nógv hava nýtt høvið til at gera viðmerkingar til uppskotið. Landsstýrið hevur seinastu tíðina viðgjørt mongu ummælini og hava gjørt broytingar í lógaruppskotunum, ið ganga fleiri av viðmerkingunum á møti.
Høvuðsbroytingarnar, nú ummælini eru viðgjørd, eru hesar:
- Mótrokningarfría upphæddin í fólkapensjónini hækkar úr 30.000 kr. upp í 45.000 kr.
- Hjún í verandi skipan kunnu velja ímillum at verða mótroknað sum hjún ella hvør sær.
- Inngjaldið í Samhaldsfasta hækkar longu frá 1. januar, og hetta ger tað møguligt at hækka útgjaldið í 2018. Harumframt hækka inngjald og útgjald yvir 2 ár, heldur enn 3 ár.
- Allir pensjónistar, ið eru búsitandi í Føroyum – og hava búð minst 3 ár í Føroyum áðrenn pensjónsaldur – fáa frameftir fult útgjald úr Samhaldsfasta.
- Pensjónsskatturin verður broyttur frá verandi 40% flatskattaskipan, til eina enn meira stigvaksandi skattaskipan við 21 skattastigum úr 30% upp í 40%.
Partarnir eru sannførdir um, at uppskotið, ið nú er lagt fyri løgtingið, er haldført og fer at tryggja verandi og komandi pensjónistum eina betri pensjón.
Lesið frágreiðingina her
Jógvan Skorheim, Hanna Jensen, Kristina Háfoss og Eyðgunn Samuelsen