Tey tólv lógaruppskotini føra m.a. við sær:
1) Allir skattaborgarar fara at gjalda til egna eftirlønarsamansparing.
2) Minni verður mótroknað í fólkapensjónini, tá pensjónistar hava aðra inntøku.
3) Búfólk á stovni fara nú ikki longur at fáa "lummapengar", men fara at fáa pensjón og gjalda fyri uppihaldið.
4) Fólkapensjónin verður skattskyldug, men verður samstundis hækkað munandi.
5) Inngjaldið til Samhaldsfasta Eftirlønargrunnin hækkar, og útgjaldið hækkar samsvarandi.