Ein av fyrstu døgunum verður virksemið hjá Bjálvingarstuðulsgrunninum at veita bjálvingarstuðul og orkulán til pensjónistar tikið uppaftur.
Einki stuðuls- ella útlánsvirksemið hevur verið í Bjálvingarstuðulsgrunninum í nógv ár. Í løtuni liggja umleið 200 umsóknir í grunninum, sum ikki kundu avgreiðast, tí reglugerðin hevur forðað fyri hesum.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fer nú at broyta reglurnar, soleiðis at Bjálvingarstuðulsgrunnurin alt fyri eitt kann fara undir sítt virksemið aftur. Bjálvingarstuðulsgrunnurin er grunnur undir Húsalánsgrunninum.
Orkulán til húsarhaldini
Landsstýrismaðurin fer harumframt at leggja uppskot fyri tingið, har Húsalánsgrunnurin eisini fer at veita lagalig orkulán til øll føroysk sethús umframt lagaliga fígging til serligar lutaíbúðir, vardar íbúðir og aðrar byggiverkætlanir av slíkum slag.
Virksemið hjá Húslánsgrunninum á vanliga sethúsamarknaðinum steðgaði, tá privatu peningastovnarnir tíðliga í 1990-árunum byrjaðu at geva heildarfígging. Tað hevur tí lítið og einki útlánsvirksemi verið í Húsalánsgrunninum seinastu 15 árini. Reglugerðir og lóggáva hava forðað grunninum at fara í holt við annað virksemi enn vanlig sethúsalán.
Politiska ætlanin hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum er at broyta endamálið við Húsalánsgrunninum og hinum báðum grunnunum og býta virksemið hjá grunnunum upp i trý høvuðsøkið:
Bjálvingarstuðul og orkulán til pensjónistar.
Orkulán við lagaligari rentu til øll hús í Føroyum, har endamálið er at minka um føroysku oljunýtsluna og CO2-útlátið.
Lagalig lán til lutaíbúðir, vardar íbúðir og aðrar serligar byggiverkætlanir av slíkum slag.
Nýggj lóggávan um Húsalánsgrunnin v.m. verður í løtuni fyrireika av Fíggjarmálaráðnum og Húsalánsgrunninum.Virksemið hjá Bjálvingarstuðulsgrunninum við bjálvingarstuðli og orkulánum til pensjónstar verður tó sett í gongd beinanvegin, tí hetta kann gerast uttan lógarbroyting, bert við at broyta kunngerðina.
Fíggjarmálaráðið, 26. februar 2009
Jóannes Eidesgaard
landsstýrismaður