02.07.2010 · Fíggjarmálaráðið

Peningastovnar skulu ikki sleppa at sníkja nýggj ómaksgjøld á kundarnar

Eg eri rættiliga skelkaður av nýggjastu tíðindunum, at føroysku peningastovnarnir í øllum hurlivasanum við KT-umleggingini hava sníkt fleiri nýggj ómaksgjøld inn í nýggju skipanina, soleiðis at kundar nú skulu rinda ómaksgjøld fyri líkt og ólíkt fyri at vera kundar í føroyskum peningastovni. Allir føroyskir lønmóttakarar eru noyddir at vera kundar í føroyskum peningastovni.

Framferðin og atburðurin hjá føroyska peningastovnum viðvíkjandi KT-umleggingini hevur verið rættiliga ódámligur. Kundarnir hava verið serstakliga ónøgdir eftir KT-umleggingina, og nú kemur eisini undan kavi, at peningastovnarnir við KT-umleggingini hava sníkt fleiri nýggja ómaksgjøld á føroysku kundarnar.

Tað má vera óhoyrt í privatu vinnuni, har kapping er loysunarorðið, sum skal fáa allar brúkarar nøgdar, at kundar fáa eykarokning fyri vánaliga tænastu. Kundi freistast til at hugsað, at føroysku peningastovnarnir, við KT-umleggingini, í felag royna at sníkja nýggj ómaksgjøld á føroysku kundarnar, men so lætt sleppa teir sjálvandi ikki.

Fari tí at krevja føroysku peningastovnarnar eftir einari almennari frágreiðing um, hvat tað er, sum gongur fyri seg í løtuni.

Jóannes Eidesgaard
landsstýrismaður