Peningastovnar og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum viðgera búskaparstøðuna
Peningastovnar og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum viðgera búskaparstøðuna
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur boðið Felagnum Peningastovnan á kunnandi fund mánadagin 22. desember 2008 um búskaparstøðuna.
Nógvar ymiskar upplýsingar koma fram um búskaparstøðuna. Summar kunnu ørkymla meiri enn tær hjálpa til at greina støðuna. Tað hevur stóran týdning, at peningastovnarnir og landsstýrið vita av hvørjum øðrum fyri at sleppa undan óneyðugum misskiljingum.
Tað hevur eisini týdning at peningastovnarnir og landsstýrið kunna hvønn annan um útlitini og hvørji átøk verða umhugsaði.
Í januar kemur danska stjórnin væntandi við ein nýggjum hjálparpakka til peningastovnarnar. Her hevur tað eisini alstóran týdning at peningastovnar og landsstýrið kunna hvønn annan um, hvussu hesin hjálparpakkin kann gagna støðuna í Føroyum.
Fíggjarmálaráðið, 19. desember 2008
Jóannes Eidesgaard
landsstýrismaður