Farið verður nú undir eina royndarverkætlan, ið er skipað sum alment/privat samstarv, og sum hevur til endamáls at spara orku og harvið oljunýtslu í almennum bygningum.
Brennievni stendur í dag fyri einum stórum parti av innflutninginum til Føroya. Ein partur av hesum fer til at hita bygningar og framleiða el. Sostatt eru stórir møguleikar fyri sparingum við orkuumvælingum innan eitt nú almennar bygningar.
Landsverk hevur orkusparing sum eitt av sínum fokusøkjum, og fer nú undir at seta orkusparandi tiltøk í verk. Ætlanin er at fara í gongd við eina royndarverkætlan, ið verður skipað eftir sonevndu ESCO-skipanina, ið er ein altjóða arbeiðsleistur millum tað almenna og privata, sum hevur til endamáls at orkuumvæla til dømis almennar bygningar.
Týsdagin 9. september millum klokkan 10 og 12 skipar Landsverk fyri kunnandi fundi í Norðurlandahúsinum, har Steen Lyck frá donsku fyritøkuni Spectras, fer at greiða frá ESCO-skipanini og royndum við henni.
Mett verður, at ESCO-leisturin er ein gongd leið, sum bæði bøtir um samlaðu rakstrarstøðuna við at minka um orkunýtsluna, og somuleiðis er við til at lyfta bygningin upp á eitt hægri støði. Bæði í mun til rakstrarkostnað, byggitøkniliga góðsku og inniluft. Hetta er so aftur við til at økja um trivnaðin hjá starvsfólkum og brúkarum annars.
- At vit kunnu fáa vinnuna saman við tí almenna at orkuumvæla almennar bygningar, og at vit við tíðini spara í rakstrinum, meti eg vera eina gongda leið at fara. Kanningar á økinum vísa, at tað ber til at minka munandi um orkunýtsluna, soleiðis at vit spara upp til 50 prosent í mun til tað, vit brúka í dag. Vit kunnu fáa tiltrongdar umvælingar, orkusparingar og ein nýggjan vinnuveg í Føroyum, sum kann hava ávirkan á hvørt heim í Føroyum, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri.
Landsverk er farið undir at fyrireika eina útbjóðing av einari royndarverkætlan við orkusparandi átøkum eftir ESCO leistinum. Ætlanin er at útbjóðingin verður gjørd seinni í ár.
Skráin fyri kunnandi fundin í Norðurlandahúsinum týsdagin er hendan:
Vælkomin: Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki
Politiska endamálið við at seta nýggja skipan við orkusparing í verk: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
ESCO-skipanin og royndir hjá danskari kommunu við skipanini: Steen Lyck frá fyritøkuni Spectras
Útboð og íverksetan av ESCO í Føroyum: Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki
Spurningar
Tiltakið er ókeypis. Vinarliga boða frá luttøku umvegis teldupost: susanna@lv.fo í seinasta lagi fríggjadagin 5. september 2014.
Øll eru vælkomin.
Landsverk og Fíggjarmálaráðið