Avgerð er tikin um royndarverkætlan við 10 almennum bygningum, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, og hann vísir á, at vit við ESCO-skipanini kunnu fáa tiltrongdar umvælingar, orkusparingar og ein nýggjan vinnuveg í Føroyum, sum kann smitta inn í hvørt heim.
Støðan í dag er, at tað í Føroyum finnast umleið 260.000 fermetrar í bygningum undir landinum, men við verandi bygging fer hetta talið komandi árini at vaksa upp í einar 300.000 fermetrar.
Í Strembanini eftir at hækka góðskuna og minka um orkunýtsluna í bygningunum, er júst ESCO-leisturin ein góður møguleiki. Hetta er somuleiðis eitt átak, ið fer at virka arbeiðsskapandi og tryggja eitt nú byggivinnuni fleiri uppgávur.
ESCO-skipanin er eitt alment-privat samstarv, sum eitt nú Middelfart kommuna í Danmark hevur havt góðar royndir við, har týðandi orkusparingar eru framdar í fleiri av teirra kommunalu bygningum.
Landsverk hevur valt út 10 bygningar, sum fara at mynda royndarverkætlanina. Bygningarnir fevna um Landsbókasavnið, Havstovuna, Fíggjarmálaráðið, Vinnuháskúlan, Vørn, Bryggjubakka, BASK í Klaksvík, Sambýlið á Mýruni, Sambýlið á Báraldarfløtu og Skúladepilin við Marknagil.
ESCO-skipanin inniber millum annað ein fíggingarleist, ið byggir á eitt samstarv, har tað almenna og privata deila fígging, meðan tað privata tekur váðan. Málið er, at orkusparingin eftir ábøtur og umvælingar í minsta lagi verður 25 prosent, men sum í nógvum førum kann gerast munandi størri. Heilt upp í 50 prosent og kanska meira enn tað.
Arbeiðini verða boðin út í februar, síðani verða sáttmálar gjørdir, og arbeiðið skal eftir ætlan vera liðugt innan árslok. 10 almennir bygningar eru valdir út. Síðani verður royndarverkætlanin endurskoðað, og farið verður undir at fyrireika nýggj útboð.