Á tíðindafundi í Fíggjarmálaráðnum kl. 9.00 í morgun, legði landsstýrið fram sonevnda ólavsøkupakkan.
Òlavsøkupakkin fevnir um politisku tiltøkini hjá samgonguni, ið fyrst og fremst hava til endamáls at gera negativu avleiðingarnar av fíggjarkreppuni so lítlar sum gjørligt, men pakkin fevnir eisini um tiltøk, ið hava til endamáls at bøta um úrslitið á løgtingsfíggjarlógini.