Búskaparráðið skal minka úr sjey niður í tríggjar limir og kravið til limirnar skal vera, at teir hava kandidatútbúgving í búskaparfrøði. Eingi krøv verða sett til vinnuroyndir, tí arbeiðið í nýggja Búskaparráðnum skal fyrst og fremst vera fakliga grundað.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur lagt uppskot fyri tingið um nýggja lóg um Búskaparráðið.
Arbeiðið hjá Búskaparráðnum skal skipast av nýggjum og fakligi førleikin skal styrkjast. Higartil hava verið sjey limir í Búskaparráðnum, men trupult hevur verið at valt sjey skikkaðar limir. Talið á limum verður nú minka niður í tríggjar. Samstundis verður kravt, at limirnir skulu hava kandidatútbúgving í búskapi. Eingi krøv vera sett til vinnuroyndir. Vinnan hevur fleiri onnur ráð og møguleikar at gera vart við sínar metingar av búskapinum.
Fær nú skrivstovuhjálp
Fleiri Búskaparráð hava funnist at arbeiðsumstøðunum hjá ráðnum. Eitt nú at ráðið sjálvt hevur verið noydd at útvega sær fólk at røkja skrivarauppgávuna. Í uppskotinum verður sagt, at Búskaparráðið í framtíðini skal hava skrivstovumsiting og skrivarahjálp. Landsstýrismaðurin skjýtur upp, at Landsbanki Føroya verður skrivstovuumsiting hjá nýggja Búskaparráðnum.
Umframt, at Búskaparráðið verður fakliga styrkt, so kann Landsbankin, sum er óheftur stovnur undir Landsstýrinum, geva arbeiðinum neyðuga fakliga umhvørvið at virka í. Nevnt verður eisini, at í framtíðini kann hugsast, at Fróðskaparsetrið røkir skrivstovuumsitingina hjá Búskaparráðnum.
Tvær frágreiðingar um árið
Uppgávan hjá Búskaparráðnum er at fylgja við búskaparligum viðurskiftum í landinum og koma við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina.
Tvær konjunturfrágreiðingar skulu gerast um árið. Dagar verða nú settir á, nær frágreiðingarnar skulu koma. Tann fyrra skal almannakunngerast 1. mars – tað er samstundis sum arbeiðið uppá fíggjarlógina byrjar. Seinna frágreiðingin skal koma 1. september – tað er ein mána áðrenn fíggjalógin verður samtykt í Løgtinginum. Búskaparráðið kann eisini gera aðrar frágreiðingar.
Í lógaruppskotinum verður eisini sagt, at limir, sum arbeiða í ráðunum hjá landsstýrisfólkunum kunnu ikki veljast í Búskaparráðið, men fólk sum arbeiða á stovnum undir ráðunum kunnu veljast.
Jóannes Eidesgaard
landsstýrismaður í Fíggjarmálum