Fíggjarmálaráðið øðrumegin og Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelagið hinumegin gjørdu tann 8. november nýggjan 3-ára sáttmála fyri limir hjá hesum feløgum, sum sigla við Strandfaraskipum Landsins.
Fíggjarmálaráðið hevur fingið tryggjað 3 vikur sigling, hóast verkfall er lýst, størri fleksibilitet í at skipa arbeiðið, og spælireglur fyri arbeiðssteðgi, herundir 48 tíma freist.
Sum kunnugt hava feløgini kravt styttri arbeiðstíð, úr 98 tímum í 91 tímar í tvær vikur. Fíggjarmálaráðið bjóðaði sær til at keypa verkfalsrættin fyri hesar 7 tímarnar. Tað hevur ikki eydnast, men tað er nær við. Avtalað er, at Svínoy, Fugloy og Skúvoy ongantíð verða raktar av arbeiðssteðgi. Á Skopunar-, Kalsoyar-, og Nólsoyarleiðini er avtalað sigling minst tvær ferðir aftur og fram um samdøgrið og á hinum leiðunum minst eina ferð aftur og fram um samdøgrið í 3 vikur eftir, at verkfall er lýst.
Yvir eitt trý ára skeið styttist arbeiðstíðin, meðan Strandferðslan hevur fingið øktan fleksibilitet í at leggja arbeiðsætlanir, við tað at arbeiðstíðin kann verða slitin tvær ferðir um dagin.
Tað fyrsta árið verður lønarhækkanin sum hjá øðrum. Annað árið verður lønarhækkanin 0,9%, og triðja árið verður lønarhækkanin 1,0%.
Sum nakað heilt nýtt eru avtalaðar spælireglur fyri, hvussu farast skal fram, tá ið arbeiðssteðgur verður lýstur og undir arbeiðssteðgi. Avtalað er fráboðanarfreist 48 tímar til á midnátt. Eisini er avtalað, at tá ið semingsmaður er komin uppí, og hann gevst við semingsroyndum sínum og boðar frá tí, tá skal møguligur arbeiðssteðgur lýsast við 48 tíma freist til á midnátt. Tað merkir, at fólk ikki noyðast at stúra fyri úrslitinum av einari semingsroynd, tí tey vita, at møguligt verkfall tá skal lýsast við 48 tíma freist til á midnátt.
Hetta fegnast landsstýrismaðurin Jørgen Niclasen um, eins og hann fegnast um, at endiliga er eitt veruligt stig tikið at tryggja sjóvegisfarleiðirnar móti arbeiðssteðgi.