02.05.2016 · Fíggjarmálaráðið
Nýggjur sáttmáli millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Fíggjarmálaráðið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag hava í dag undirskrivað nýggjan sáttmála um fiskirannsóknarskipið Magnus Heinason.
Lønarhækkanirnar eru innan fyri sama karm, sum onnur fakfeløg hava fingið, t.e. 2,25% fyrra árið og 1,9% seinna árið.
Partur av karminum fer til at hækka eftirlønargjaldið, soleiðis at tað kemur upp í 9,6%.
Argir, 2. mai 2016
Fíggjarmálaráðið