Fíggjarmálaráðið hevur í dag gjørt sáttmála við Føroya Lærarafelag.
Karmurin um semjuna er á sama støði sum tær semjur, Fíggjarmálaráðið hevur gjørt við onnur feløg hetta samráðingarumfarið.
Lønirnar hækka 2.25% tann 1. oktober 2015 og 1,9% tann 1. oktober 2016.
Arbeiðstíðaravtalan frá 2003 er dagførd, og einstakar broytingar gjørdar. Millum annað er nýggj skipan gjørd fyri at gera tað lættari hjá nýútbúnum lærarum at fóta sær í lærarastarvinum. Skipanin inniber, at ein royndur lærari fær tíð setta av til at stuðla og vegleiða nýggjum lærarum fyrsta árið.
Fíggjarmálaráðið 4. mars 2016